The Departmentality of Self- Organising Systems?

Nr. 3 | mai. 2010 | 63. árið
Kirkjuligt
Missiónsblað
KALLIÐ
Legg tú á Harran tínar leiðir, og lít tú á hann,
hann man tað útinna. Sálm. 37,5.
Kallið, til at arbeiða í Guds ríki, er Guds gáva
til hvørt einstakt menniskja, sum hevur tikið
ímóti honum sum sínum frelsara. Men tænastan
er ymisk. Hann, sum ræður øllum, veit, hvar
hann vil brúka okkum til at fullføra sín gerning
her á jørð.
Til mín kom kallið sum ein sólarrenning, tá
tað byrjaði at lýsa fyri degi og fram til alljósan
dag.
Frá tí eg var heilt lítil, kendi eg ofta á mær, at
tað var okkurt sum dró, men eg visti ikki, hvat
tað var. Tað var sum ein hond helt í meg, fylgdi
mær og dró meg eina ávísa leið. Eg minnist ein
dagin í skúlanum, eg var lítil smágenta tá, tá
rann tað knappliga upp fyri mær, at tað hevði
nakað við missión at gera. Eg segði við meg
sjálva: “Skal eg fáa loyvi at verða trúboðari,
Jesus?” Hetta var so heilt ótrúligt. Eg gjørdi av
ikki at siga tað fyri nøkrum. Tá ið eg bleiv eldri,
varð tað klárt fyri mær, at tað var Gud sum
talaði við meg.
Á Kvås fólkaháskúla hoyrdi eg Ingeborg
Håkonsen, sum hevði verið trúboðari í Kina,
siga frá um ein eldri mann, sum fyri fyrstu ferð
hevði verið á einum møti.
Tá ið hon og ein kvinna vóru á veg heim, kom
hann rennandi aftan á teimum og rópti: “Hvussu
var tað, hann æt, hann sum kundi frelsa?” Sum
ung hevði hetta stóra ávirkan á meg. Tonk, hann
hevði ongantíð hoyrt navnið Jesus nevnt!
Sum frá leið gekk tað upp fyri mær, hvat hetta
veruliga bar í sær. Eg stríddist við kallið. Meira
enn einaferð royndi eg at skúgva tað frá mær.
At vera trúboðari var øðrvísi enn tað lívið, sum
Kirkjuligt Missiónsblað
ANDAKT
eg kendi heimanífrá. Eg mátti
fara frá foreldrum og
systkjunum og øllum tí, sum
eg var góð við; bygdini eg vaks
upp í, teimum ungu, sangkórinum og missiónshúsinum, leiðarunum, sum
høvdu slíka umsorgan fyri
okkum, tí hvítmálaðu kirkjuni
og landi mínum við fjøllum,
fjarðum, skógi og ong.
Øllum hesum mátti eg fara
frá. Nei, hetta kláraði eg ikki!
Í dag takki eg Gudi og undrist
yvir, at hann hevði tol við mær
og ikki koyrdi meg frá sær.
Hvørja ferð eg hugsaði: Hetta
verður av ongum, so sendi
Gud onkran at vekja meg upp.
Tá annar veraldarbardagi
byrjaði, var eg køkshjálp á
Kvås fólkaháskúla. Tá ið
skúlaárið var liðugt, og tey
flestu vóru farin heim, vóru vit
átta gentur eftir. Vit vóru allar
smittaðar av tuberklum. Tá í
tíðini var tað ein hættislig
sjúka. Á ein hátt kendi eg hetta
sum ein lætta. Nú vóru allar
hurðar læstar fyri mær, uttan at
eg hevði gjørt nakað fyri tað
sjálv.
Ein dagin segði ein lærari við
meg: “Hevur tú ikki missiónskall, Olga?” Hvussu visti hann
tað? Hann fekk onki svar. Men
eg fekk greitt handan
spurningin, tá eg møtti Gudi,
sum hevði kallað meg. Nú var
tað avgjørt. Tað var gott at
finna frið og hvíla í hansara
lyftum. “Legg tú á Harran tínar
leiðir, og lít tú á hann, hann
man tað útinna.”
Tá eg seinni í mínum
trúboðaravirki kom í iva um
kallið veruliga var frá Gudi ella
um tað var nakað eg sjálv hevði
funnið uppá, tá kundi eg venda
mær til hansara og siga: “Tað
er tú sum hevur ført meg higar
Gud og staðfest kallið. Alt
hevur tú gjørt væl.”
Olga Handeland
Lea Juul týddi
Jesus vil hjálpa tær
“ Heit so á meg á neyðar
degi, eg skal bjarga tær, og
tú skalt lova mær!.” Sálm.
50,15
Tann Gud , sum hevur alt
vald í himli og á jørð, sigur
hesi orð við teg í dag, og
kanska er tað júst í dag, at
tú hevur tørv á at fáa at vita
hetta. Nú minni eg teg á, at
tú hevur ein at fara til við
tíni neyð, uttan mun til,
hvør ið neyðin er.
Kanska ert tú einslig, ella
tú ert sjúk. Kann vera, at
børn tíni ella hjúnafelagin
hava trupulleikar, ella at
tíni fíggjarviðurskifti eru
vánalig, ella stríðist tú við
tína gudstrúgv?
Einki er ov lítið ella ov
stórt at fara til Jesus við;
men tað er ikki altíð, at
loysnin á tínum trupul-
leikum kemur beinanvegin. Kortini byrjar okkurt
at henda, tá ið vit stíga fram
fyri Gud í Jesu navni og
biðja um hjálp og vísdóm at
loysa okkara trupulleikar.
Tað ber á, at Hann sendir
hjálpina, sum okkum tørvar,
gjøgnum onnur menniskju,
ella at Hann brúkar neyðina
til besta fyri okkum. Kanska
brúkar Hann okkara
neyðstøðu at minna okkum
á bønarinnar megi.
Ofta verður sagt, at
neyðartíðir eru Guds tíðir,
og Bíblian sigur okkum, at
tann, sum biður, hann skal
fáa. Eg kenni eina mammu,
sum hevði biðið í 40 ár, at
sonurin mátti blíva frelstur,
og ein dag kom bønarsvarið.
Tað var vorðið ein vani hjá
henni at biðja fyri honum,
2
og á øllum møtum, sum hon
var á, bað hon um forbøn fyri
soni sínum. Henda mamman
var, sum frá leið, vorðin
gomul, og minnið var farið
at bila. Drongurin var blivin
vaksin maður; men Gud
svaraði kortini upp á bønina!
Kalla á Hann í dag og legg
alla neyð tína fram fyri Hann,
sum hevur umsorgan fyri tær.
Onkur hevur sagt, at
kallinummarið ella neyðnummarið upp til Guds er
Sálmur 50,15, fyri at vit
betur skulu minnast tað.
Altso Harrin bjóðar tær og
sigur: “Kalla á Meg, tann dag
tú ert í neyð - Eg skal hjálpa
tær, og tú skalt prísa Mær.”
Effie Campbell umsetti.
Nr. 3 | mai. 2010 | 63. árið
Kirkjuligt Missiónsblað
Brúðurin
“Latum okkum gleðast og
fegnast og geva honum æruna,
tí at komið er at brúdleypi
lambsins, og brúður hansara
hevur búgvið seg til!” Opb.
19,7.
“Kom higar, eg skal vísa tær
brúðrina, vív lambsins.” Opb.
21,9.
Í 24. kap. í 1. Mósebók lesa
vit um Ábraham, sum sendi
tænara sín út at fáa soninum
eina brúður. Soleiðis er tað
eisini við Faðirinum á Himli,
hann hevur sent sín tænara,
Heilaga Andan, út at fáa soni
sínum, Jesusi, eina brúður.
Jesu brúður er øll tey, sum taka
við trúgv á hann.
Vit skulu hyggja eitt sindur
eftir, hvussu tann rætta
brúðarsálin sær út:
Tænarin finnur Rebekku við
kelduna, við brunnin (v. 13).
Soleiðis er eisini við Jesu
brúður. Hon drekkur ikki úr
heimsins rivnu brunnum, men
úr tí kláru kelduni, sum er
Guds orð. Hon heldur seg til
kelduna.
Síðani stendur tað um
Rebekku, at hon var moyggj
og enn ikki nortin av nøkrum
manni. (v. 16) Jesu brúður má
eisini vera moyggj, hon má
vera rein og bara halda seg til
ein mann: “Eg havi trúlovað
tykkum við einum manni, fyri
at eg kundi leiða eina reina
moyggj fram fyri Krist.” 2.
3
Kor. 11,2. Vit mugu sýna
trúskap ímóti Kristusi og ikki
standa við einum beini úti í
verðini og einum í Guds ríki.
Brúðurin gjørdi meir, enn
hon varð biðin um. Hon gav
øllum 10 kamelunum hjá
tænaranum vatn og læt tær
drekka seg ótystar, og tað var
eitt ordans arbeiði. Hon hevði
bara eina krukku, sum hon
fylti uppí, og so fór hon niður
í brunnin og rann aftur og fram
og dragsaði alt vatnið til teirra.
Soleiðis er tað eisini við
brúðarsálini, hon er ikki snúin
og setir seg ikki at rokna út,
hvat ið man løna seg. Hon
oysir út “vatn”, Guds orð, til
tystandi sálir, sum hon hittir á
leiðini.
Kirkjuligt Missiónsblað
Og tá ið Rebekka tænti, fekk
hon gávur, tjúkkar gullringar,
ein nasaring og tveir
armringar, ið vigaðu tíggju
siklar. Harrin gevur eisini
okkum andaligar gávur, og tær
vaksa, tá ið vit brúka tær. Gev
úr tínari krukku. Kanska má
Harrin bróta krukkuna eitt lítið
sindur, fyri at innihaldið kann
sleppa út.
Rebekka sigur, hvør ið hon
er (v. 24). Ein røtt brúðarsál
veit eisini, hvør ið hon er í
Kristi, hon kennir sín identitet.
Tænarin spyr, um tað er rúm,
so tey kunnu gista har (v. 23),
og hon svarar: “Vit hava bæði
hálm og fóður og rúm fyri
gestir.” (v. 25) Ríkiligt av
rúmi.
Laban, beiggi Rebekku, fer
út at bjóða tænaranum inn:
“Kom, tú vælsignaður av
Harranum! Hví skalt tú standa
her úti? Eg havi búgvið húsið
til og gjørt rúm fyri kamelum
tínum.” (v. 31) Ein brúðarsál
vinnur onnur fyri Kristus,
hon bjóðar øðrum at koma við
inn á himmalvegin, hon
bjóðar teimum at koma við
til brúdleyps í himli, har tað
er so undurfult, at tey sjálv
skulu vera brúðurin.
Rebekka sleppur sjálv at
svara, um hon vil vera kona
Ísak, og tað var heilt óvanligt
í eysturlondum, har foreldrini skipaðu fyri, hvørjum
gentan skuldi giftast við. Í tí
andaliga eru heldur eingi
tvingsilshjúnaløg. Vrakar tú
Jesus, sleppur tú undan at
verða brúður hansara og at
sleppa í himmalin. Tað
stendur til tín.
Tænarin tók Rebekku við
sær (v. 61). Heilagi Andin
leiðir okkum, ikki øvugt. Tá
ið tey nærkast, spyr Rebekka
tænaran, hvør ið tað er, sum
kemur ímóti teimum. Hon
hevur ongantíð sæð mannin,
hon skal giftast við, og á
leiðini higar hevur hon óivað
tráspurt tænaran, hvussu
Ísakur sá út, og hvussu hann
var, og nú tá ið hon sær hann,
er hann helst nógv vakrari og
tekkiligari, enn hon hevði
ímyndað sær. Tað sama er
galdandi fyri okkara brúðgóm,
Jesus. Vit hava ongantíð sæð
hann; men hann verður nógv
yndisligari, enn vit dugdu at
hugsa.
“Tá tók hon slørið og huldi
seg,” (v. 65) stendur tað um
hana, eftir at hon hevur fingið
at vita, at hetta er brúðgómurin.
Slørið merkir, at hon er
upptikin, eingin fríggjari hevur
nakran møguleika longur. Kristi
brúður hevur eisini slørið,
verðin hugtekur okkum ikki
longur. Tað má ikki vera
soleiðis, at sagt verður um
okkum: “Men tað havi eg ímóti
tær, at tú hevur givið upp tín
fyrra kærleika.” (Opb. 2,4)
Maria livdi í brúðarkærleikanum, hon salvaði Jesus við
nardussmyrsli. (Jóh. 12,3)
Effie Campbell umsetti.
Gloym ikki summarstevnuna, sum verður í
missiónshúsinum við landavegin
1. - 4. juli 2010.
Høvuðstalari verður
Hans Erik Nissen
úr Danmark.
4
Nr. 3 | mai. 2010 | 63. árið
Kirkjuligt Missiónsblað
Anna Larssen
– Ein megnarkvinna
Nýggir
haldarar
Anna Larssen var fødd í
Stavanger í Noregi í 1842. Hon
fór yvir til Amerika, og har varð
navnið Larssen broytt til
Lawson. Anna gekk í einum
sunnudagsskúla í Chicago.
Horatio var lærari í hennara
flokki, og hann gjørdist
beinanvegin hugtikin og drigin
at tí vøkru og klóku Onnu. Men
tá ið Horatio skilti, at Anna var
14 ár yngri enn hann, og at hon
veruliga bara var 15 ár, skipaði
hann fyri, at hon fekk
undirvísing í trý ár á einum
kostskúla nær Chicago, áðrenn
hugskotið um giftarmál kundi
koma upp á tal. Parið giftist í
1861.
Horatio Spafford var ein
múgvandi løgfrøðingur og ein
gudsóttandi maður. Hann var
elsti í teirri presbyteriansku
kirkjuni. Hjúnini livdu
lukkuliga saman í teirra
hugnaliga heimi. Tey fingu fýra
døtur, Annie, Maggie, Bessie og
Tanetta.
Í 1871 herjaði ein ræðuligur
eldur Chicago og legði mest
sum allan býin í øsku. Tvey ár
seinni gjørdi familjan av at fara
at ferðast til nøkur vinfólk í
Evropa. Í evstu løtu varð
Horatio
tarnaður
av
handilsávum, og Anna og
genturnar fóru tí undan. Tær
sigldu
við
stásiliga
ferðamannaskipinum S.S. Ville
de Havre. Tann 21. nov. 1873
rendi bretska skipið Lochearn á
tey, og tey sukku eftir 12
minuttum. Anna varð bjargað.
Teir á Lochearn tóku hana upp.
Hon var uttan vit og fleyt á
einum bjálka; men tey fýra
børnini druknaðu. Ein prestur,
Weiss at navni, greiddi frá, at
hann mintist, at Anna segði
“Gud gav mær fýra døtur. Nú
eru tær tiknar frá mær. Ein dag
skal eg skilja hví.” Níggju dagar
seinni kom Anna til Cardiff í
Wales, har hon sendi eitt fjarrit
til Horatio: “Saved alone. What
shall I do ...?” (Einsamøll
bjargað. Hvar skal eg gera?)
Eftir at Horatio hevði fingið
fjarritið frá Onnu, fór hann
beinanvegin úr Chicago at fáa
konu sína heim. Tá ið tey sigldu
tvørtur um Atlantshavið, bað
skiparin Horatio koma til sína
kahútt. Har segði hann honum,
at tey júst nú sigldu yvir tað
staðið, har tær fýra døtur
hansara fórust. Horatio skrivaði
tá, meðan hann sigldi yvir hesa
vátu grøv, sálmin “It is well with
my soul”, sum enn verður
sungin dagin í dag. V. Danielsen
týddi hann, og á føroyskum
ljóðar hann so:
Eg ynski at halda “Kirkjuligt Missiónsblað”.
Navn:
Bústaður:
Postnr. og bygd/býur:
Undirskrift:
At senda til:
Kirkjuligt Missiónsblað, Undir Klakki 39, FO-700 Klaksvík
5
Kirkjuligt Missiónsblað
Um friður sum flóðin skal fylla meg her,
um stormur meg treingir og stríð,
hvør enn er mín lutur, eitt veit eg tó vist,
at mín sál, hon er frí, hon er frí.
Hon er frí, hon er frí,
ja, mín sál, hon er frí, hon er frí!
Um satan meg treingir, um freisting er hørð,
tann vissa er sálini í,
at Jesus, hann veit tað, hans hjálp er mær nær,
at mín sál hon er frí, hon er frí!
Mín synd - á, hvør sæl henda vissa tó er! –
Mín synd er til æviga tíð
útstrikað, tí negld hon til krossin jú varð,
og mín sál, hon er frí, hon er frí.
Hjá mær er tað Kristus at liva, og skal
eg stríða hitt seinasta stríð,
so er sjálvur deyðin ein vinningur mær,
tí mín sál, hon er frí, hon er frí.
Men, Frelsari, grøvin er tó ei mín vón,
men koma tín skýggjunum í!
Við gleði eg nú síggi fram til ta stund,
tí mín sál, hon er frí, hon er frí.
Fleiri ár seinni fóru hjúnini til Jerusalem. Har tók Anna 50 foreldraleys jødabørn
og 50 foreldraleys arábarabørn til sín og ættleiddi tey. Hon var av sonnum ein
megnarkvinna.
Effie Campbell umsetti.
6
Nr. 3 | mai. 2010 | 63. árið
Kirkjuligt Missiónsblað
Marknaðardagur í Emmaus
20. mars var marknaðardagur
í Emmaus í Klaksvík.
Endamálið við marknaðardegnum var at savna inn pening,
so at nýggja Emmaus kann
gerast liðugt.
Nógv ymiskt var á skránni
hendan dagin. Millum annað
var møguleiki fyri at keypa
lutaseðlar til tombula,
eydnuhjól og páskakurvar.
Eisini var stór gása-kapping á
skránni, har ein gás var sett á eitt
lítil øki, sum var deilt upp í smá
økir. Til bar so at keypa hesi økir
og um gásin skvetti á økið, sum
ein hevði keypt, so var fyrsti
vinningur ein gás, annar
vinningur var flak, triði tjógv,
fjórði sodavatn. Eisini bar til at
keypa kjálkar, góðgæti, kaffi og
annað gott, so ongin noyddist at
fara heim við ongum. Til
samans komu yvir 90.000 kr inn
hendan dagin og tað er væl meir
enn síðsta ár. Takk fyri stuðulin
og fyri ein góðan dag.
7
Kirkjuligt Missiónsblað
Kúhegri og missión
Í 1941 vilstist ein flokkur av kúhegrum
úr Afrika til Suðuramerika – helst orsaka
av ódnarveðri. Teir tóku at nørast í
Suðuramerika, og stovnurin vaks so smátt.
Nú eigur kúhegri bæði í Norður- og
Suðuramerika, og teir trívast væl. Í okt.
2008 var ein kúhegri at síggja á Viðareiði.
Hann helt til hjá seyðinum, tí hann ikki
fann nakra kúgv – tær ganga allar inni.
Hesin kúhegrin kann vera komin úr
Norðuramerika, tí hann kom higar stutt
eftir nógvan vind av vestri. So kanska er
tað orsaka av einum vilstum flokki av
kúhegrum í 1941, at hesin endaði í
Føroyum?
Um eg var kúhegri og bleiv tikin av
vindinum úr Afrika til Amerika, so hevði
eg hildið, at tað var ikki so gott. Men hetta
gjørdist ein møguleiki hjá stovninum at
festa búgv í einum nýggjum heimsparti og
sostatt tryggja, at stovnurin yvirlivir og
mennist. Á sama hátt mugu vit síggja
missión. Uppgávurnar kunnu síggja
ógjørligar út. Gud kann kalla okkum til at
fara út við gleðiboðskapinum til støð og
lond, sum vit ongantíð sjálv høvdu funnið
uppá at farið til. Men Jesus hevur kallað
okkum at fara til heimsins enda við
evangeliinum. Líka sum kúhegrin hevur
spjatt seg víða um, so eigi vit at spjaða
Guds orð – orðið um, at Jesus hevur tikið
okkara synd á seg – út um allan heimin.
Hóast uppgávan kann tykjast ógjørlig, so
lovar Jesus sjálvur at vera hjá okkum :
»Mær er fingið alt valdið í himli og á jørð.
Farið tí og gerið øll fólkasløgini til
lærusveinar mínar, við tað at tit doypa tey
til navns faðirsins og sonarins og hins
heilaga anda, og við tað at tit læra tey at
halda alt tað, ið eg havi boðið tykkum. Og
sí, eg eri við tykkum allar dagar alt til
veraldar enda. Matt. 28,18.20
Silas K.K. Olofson
8
Nr. 3 | mai. 2010 | 63. árið
Kirkjuligt Missiónsblað
Nærkontaktbrev nr. 22 – d. 12/3-2010
Anne-Lene og Peter Olofson skriva
Må jeg lige låne…
For et halvt års siden “døde”
vores computer, fordi den var
tændt under et tordenvejr. Så vi
lærte at slukke den nye
computer, når uvejret var over
os. Men forleden sagde det bum
og så var også den ny computer
smadret af et lyn, uden at der
var kommet nogen advarende
tordenlyde først. Så da e-mail
adresserne til nærkontaktbrevet
var på computeren, er dette en
del forsinket. Computeren, som
dette skrives på, er altså ny igen
igen.
At vi er i stand til at få fat i
den ene computer efter den
anden vidner om, hvor
forskellig menneskers tilværelse kan være i materiel
forstand. Skal en missionær
have en computer og en printer?
Følgen er i hvert fald, at
forstanderen og enkelte andre
kollegaer, der har en computer,
forsigtigt spørger en gang
imellem: “Jeg kan vel ikke få
en enkelt udskrift…” Skal
missionæren sige nej, sende
dem de to-tre kilometer ind til
byen, og lade dem betale de 700
shilling en udskrift koster dér…
Og da vi har en Landcruiser til
rådighed kunne forstanderen i
formiddags stå uden for døren
og spørge, om jeg ikke lige
Et sår bliver behandlet
kunne køre en syg? Ingen andre
har bil på området, og hvem
siger så: Nej, sæt den syge op
på en cykel og træk ham de fem
kilometer hjem. Den slags sker
jo en hel del gange hver måned
og på alle tider af døgnet.
Og så skal der lige lånes en
stige, da missionæren er den
eneste, der har en sådan; en
boremaskine, da seminariets er
gået i stykker; vandtønder,
bøger, måtter, vaterpas,
skruetrækkere, knibtænger,
videoer, kassettebånd, hakker,
søm, sko, og 117 andre ting. Og
så overvejes der: Skal vi
vitterlig investere i en
9
slibemaskine? Vores havemand
vil meget gerne have én, men
vi ved også godt, at så er der lige
46 studerende (der alle har
medbragt en le til at slå græs
med) og en lang række
kollegaer, der gerne lige vil låne
den… skal – skal ikke købe? Jo,
den blev købt. Og så kommer
lige spørgsmålet om at låne
penge… alle vil gerne låne
større eller mindre beløb, så vi
har måttet lave nogle regler, som
lånerne må følge, for at det ikke
skal løbe løbsk.
Anne-Lene skriver: Vi har en
lille bogbutik i et værelse i vores
hus. Her har vi en del gode
Kirkjuligt Missiónsblað
bøger på lager, som de
studerende gerne ville eje. Men
bøgerne koster. Så når der blive
spurgt, om man kan få bøgerne
på afbetaling, så siger Peter
“nej”, men tilbyder i stedet at
de kan betale med f.eks. majs,
høns og geder. Vi vil give
samme pris som varerne koster
på markedet her i Sumbawanga.
Hjemme i deres landsbyer får de
f.eks. 25.000 sh. for en sæk
majs, mens den her i byen lige
for tiden koster 40.000 sh. Da
de studerende hørte om den
mulighed, lyste de op, for det
var meget mere overskueligt for
dem at komme med naturalier,
end at skaffe penge. Så jeg er
spændt på, hvor mange sække
majs, høns og geder, som vi får
i bytte, når de studerende
kommer hjem fra påskeferie!
De studerende har 33
skematimer om ugen og derefter
skal de lave lektier, så der bliver
siddet meget på de hårde
træstole. Derfor har jeg sammen
med de studerende lavet en
stofhynde med skumgummi
indeni til hver stol i
Sanna og Birita på besøg
klasseværelserne og biblioteket.
Det hjælper da lidt! Men motion
er også godt! De elsker at spille
fodbold, men da de fleste kun
har ét par sandaler og ét par sko
, som de ikke vil risikere at
ødelægge, så spillede de
fodbold med bare fødder.
Resultatet var at der efter
kampene var mange besøg i min
“klinik”. De fik nemlig nogle
grimme sår og forstuvninger,
som jeg så badede, rensede og
forbandt. Men hvis skaden ikke
blev bedre efter nogle dage, så
bad jeg Peter køre pågældende
til røngten, for at vide om noget
var brækket. Dette gentog sig
mange gange uge efter uge, så
vi blev meget taknemlige, da
KMF på Færøerne gav os et
pengebeløb, som vi måtte bruge
i arbejdet. Vi købte nemlig bl.a.
50 par kinesiske sko fremstillet
af lærred og gummi og med en
kraftig
gummisål
med
gummidupper, som gør dem
velegnet til sport. Disse kan de
studerende låne. Det kan godt
være at danskeres sportssko er
bedre, men de her er meget
meget bedre end ingenting – og
så gav vi kun 20 kr. for hvert
par!
Alt er til låns
Jo, det kan være tidskrævende
at eje mere end de andre og det
kan til tider være lidt af et
arbejde med alle dem, der
kommer og ringer på - på grund
Kvindegudstjeneste
10
Nr. 3 | mai. 2010 | 63. árið
Kirkjuligt Missiónsblað
af bil, hakke, boremaskine, osv.,
men ville vi hellere undvære
disse ting, eller ville vi hellere
have, at ingen kom? NEJ slet
ikke. Det er ikke for ingen ting,
at forskellige organisationer lige
for tiden minder os om, at vi
skal “give os rige”. “Giv dig rig”
og så følger ti teser. Tese 1 siger:
“Livet og alle dets goder er en
gave fra Gud”. Dagligt må vi
mindes om det Jacob Pauli
synger:
“Lær mig at kende dine veje
og gå dem trøstigt skridt for
skridt;
Jeg ved at hvad jeg fik i eje, er
gods til låns, og alt er dit” Åss
300
Indrømmet, det er da en
overvejelse værd, om vi nogen
gange bliver en undskyldning
for at ting ikke købes eller
sættes i stand. I snart et år (inden
for det sidste halvt andet år) har
vi ikke haft vand i hanerne, fordi
seminariets vandpumpe er i
stykker, og der synes hele tiden
lige at mangle penge til lige at
få vandforsyningen i orden igen.
(Her kan missionærerne ikke
bruges som undskyldning for, at
det ikke bliver lavet.) Vandet
skal hentes i tønder ved
brønden, så ud over at have lånt
tønder fra missionæren, så
kommer de studerende hver
morgen og hver aften for at låne
en sækkevogn til at fragte de
fyldte tønder med. Og så
opdagede vi for et par uger
siden, at seminariet rent faktisk
selv har en sækkevogn, men at
den står gemt godt af vejen, da
den er i stykker og så længe man
kan låne missionærens, ja, så er
der jo ingen grund til at sætte
den i stand, eller hvad der nu
ligger bag… (Her var der så en
brugbar undskyldning på grund
af missionærerne.) Men tese to
minder os om: “Vi er skabt til
at nyde livet og bruge det til
glæde for os selv og andre”, heri
er inkluderet det vi ejer inklusiv
en sækkevogn.
Ikke alt er til låns
Når det gælder om at låne, så
må vi til stadighed, som
missionærer, der har mange
ting, de andre ikke har, arbejde
på at finde nogle gode og
brugbare løsninger på, hvordan
vi
forvalter
vores
skruetrækkere, bøger, gryder,
slibemaskine, printer, mv. og
glæde os over, at det vi ejer –
trods alt besvær – kan blive til
gavn for andre.
På seminariet bliver der hver
dag arbejdet intenst på at give
de studerende dét som ikke er
“til låns”, dét som møl og rust
heller ikke fortærer, nemlig
Guds Ord. Som tese ni og ti
siger: “Kirkens vigtigste opgave
er at dele evangeliet med andre”
Kvindegudstjeneste
11
(9) og “ingen er rigere end den,
der kender Gud” (10).
Fantastisk at være rig og kunne
dele – både af det ene og det
andet. Især det andet – nemlig
evangeliet.
Ellers er det ved at være
eksamenstid. På onsdag er det
sidste skoledag og på næste
mandag går det løs, så vi er
færdige til påske. Og så er AnneLene er ved at forberede et
tredagesseminar for 60 kvinder,
som skal være lige efter påske.
Kærlig hilsen
og Guds fred
Anne-Lene og Peter
Kirkjuligt Missiónsblað
Soleiðis gekst Elini
Elin koyrdi spannina niður í brunnin og fylti
hana við reinum, køldum vatni. Hon kom at hugsa
um ørindi, sum omman fyri stuttum hevði lisið
upp fyri henni, har Jesus sigur: “Og tann, ið gevur
einum av hesum smáu bert eina skál av køldum
vatni at drekka, av tí at hann er ein lærisveinur,
sanniliga sigi eg tykkum, hann skal als ikki missa
løn sína.«
Men tað var ikki nógv, sum Elin kundi geva
nøkrum. Hon átti onki, bara slitnu klæðini, sum
hon gekk í, og ein kamb. Alt var øðrvísi, tá ið
pápin livdi, tí hann arbeiddi á góðsinum hjá
greivanum og vann nakað av peningi. Men nú
vóru bæði pápi og mamma hennara deyð, og Elin
búði saman við ommu síni í eini neyðarsligari
smáttu, sum hoyrdi til góðsið.
Tær livdu av tí peningi, sum tær fingu fyri at
karða, spinna og veva fyri fólk, og um summarið
dyrkaðu tær eisini grønmeti og seldu tað. Kortini
fingu tær ongantíð nóg mikið av peningi, so at
tær kundu umvæla og hugna um smáttuna.
Hvørja ferð tað regnaði, dryppaði regnið niður á
køksgólvið, og tá ið tað var nógvur vindur, ristist
øll smáttan, og tær vórðu ofta bangnar fyri, at
hon fór at skrambla saman. Eisini høvdu tær hoyrt
okkurt um, at nú ið greivasonurin hevði arvað
góðsið eftir pápa sín, ætlaði hann at bróta
smáttuna niður og byggja eitt vakstrarhús ístaðin.
12
Tá ið Elin hevði fylt spannina og var á veg heim,
hugsaði hon um, hvat hon mundi fara at verða,
tá ið hon varð stór. Hon ætlaði sær út í heim at
vinna nógvan pening og koma heimaftur sum ein
fín dama. Hon smíltist, tá hon hugsaði um, hvat
omman mundi fara at siga, tá ið hon fór at lata
kuffertið upp við øllum gávunum. Omman skuldi
fáa bæði gerandis- og sunnudagskjóla,
skinnfrakka, blomstrut turriklæði, leðurstivlar og
eina lampu, sum var eins flott og tann, hon hevði
sæð á góðsinum. So kundi omman sita leingi og
lesa í Bíbliuni uttan at fáa ilt í eyguni, og Elin
kundi sita og lurta, samstundis sum hon
broderaði. Eisini ætlaði hon at umvæla smáttuna,
mála hana hvíta og skifta takið. Og so skuldu tey
gomlu og fátæku í býnum fáa mat og klæði frá
henni.
Meðan Elin soleiðis gekk í egnum tonkum,
gjørdist hon eitt sindur kløkk, tá ið hon knappliga
sá, at ein maður sat við vegjaðaran og hugdi upp
á hana. Hann var myrkur í húðini og hevði svart
krúllut hár. Elin hevði ongantíð sæð hann fyrr,
men hon gjørdist ikki bangin, tí hon hevði hoyrt,
at hestaseljarin var myrkur og sá øðrvísi út enn
onnur í býnum, og tí helt hon, at tað mundi vera
hann. Hann spurdi Elina, um hann kundi fingið
eitt sindur av vatni frá henni. Elin rætti honum
aðra spannina, og tað sást, at hann var sera tystur.
Síðani sletti hann nakað av vatni á andlitið og
tað síðsta, sum var í spannini, stoytti hann niður
á føturnar.
Hann var sera fegin um hjálpina og segði, at
hon skuldi fáa eitt oyra afturfyri. Men tá ið hann
fór at leita í lummunum, fann hann onki. Hann
var skjótur at bjóða sær til at fylla spannina aftur
fyri Elina, men tað helt hon ikki verða neyðugt
og bað hann heldur hjálpa onkrum øðrum, sum
hevði hjálp fyri neyðini.
Tá ið Elin var farin, hugsaði hann um hetta, sum
hon hevði sagt. Hann var ikki vanur við at hjálpa
øðrum, uttan at hann fekk okkurt afturfyri, so
hann skilti hana ikki rættiliga, men lovaði kortini
sær sjálvum, at hann skuldi hjálpa, um onkur
hevði brúk fyri tí.
Nr. 3 | mai. 2010 | 63. árið
Kirkjuligt Missiónsblað
Hestaseljarin fór so aftur til gongu, og tá ið hann
hevði gingið í ein tíma, setti hann seg niður aftur
við vegjaðaran at eta matpakkan. Meðan hann
sat og át, hoyrdi hann knappliga skrambul og
larm, sum kom onkustaðni langvegis frá. Hann
sá kortini onki, men helt, tá ið ljóðið nærkaðist,
at skramblið óivað kom frá einum hestavogni.
Tá hann so at enda sá hestavognin hjá
skattafútanum koma við rúkandi ferð eftir
vegnum, og at skattafútin als ikki hevði tamarhald
á støðuni, hevði hann hug at smílast og hugsaði,
at hatta hevði skattafútin gott av, tí at hann so
mangan hevði verið strangur við hann , tá ið hann
ikki hevði nóg mikið av peningi at gjalda sín skatt
fyri. Hann sat bara róligur við vegjaðaran og
ætlaði sær, ið hvussu so er, ikki at hjálpa
skattafútanum.
Hvat ið hevði verið av skattafútanum, er ikki
gott at vita, um hestaseljarin ikki knappliga var
komin at hugsað um tað, sum Elin segði um at
hjálpa onkrum í neyð. Jú, hann vildi fegin hjálpa
skattafútanum. Hann leyp út á vegin og visti júst,
hvat hann skuldi gera fyri at steðga hestinum, tí
tað hevði hann roynt fyrr í sínum arbeiði sum
hestaseljari.
Tá ið skattafútin kom út úr hestavogninum, var
lítið um hann, og hann setti seg niður á ein
træstubba við vegjaðaran. Hestaseljarin stóð og
royndi at sissa hestin og kannaði, hvat tað var,
sum hevði gjørt hann so villan og óstýriligan.
Undir saðlinum fann hann ein spískan pinn og
hugsaði beinanvegin, at hetta mundi onkur av
fíggindunum hjá skattafútanum hava gjørt, og teir
hevði hann nógvar av.
Hestaseljarin bjóðaði sær til at koyra skattafútin
til hús. Tá ið teir komu heim til skattafútan, var
hann komin eitt sindur fyri seg aftur og spurdi
hestaseljaran, hvat hann vildi hava afturfyri, at
hann hevði bjargað honum. Hestaseljarin segði,
at hann onki skuldi hava, men bað skattafútan
heldur hjálpa onkrum øðrum, sum var í neyð. Tað
lovaði skattafútin at hann skuldi gera, og teir báðir
skiltust.
Skjótt gloymdi skattafútin tað, hann hevði lovað,
og fór eins harðliga fram ímóti teimum, sum ikki
kláraðu at gjalda sín skatt, men eitt gloymdi hann
ikki, og tað var altíð at kanna hestin væl, so at
hann ikki aftur gjørdist garvillur.
Ein dagin fór hann inn til ein fiskimann og húski
hansara at krevja pening, sum tey skyldaðu í
skatti. Tey bønaðu og bóðu hann hava tol við
teimum, tí tey áttu ongan pening í løtuni, men
skattafútin var óður og harður og ætlaði at taka
kúnna frá teimum. Knappliga komu orðini hjá
hestaseljaranum fram fyri hann, og hann tók sín
egna pung úr lummanum og segði blídliga við
fiskimannin, at hesaferð vildi hann gjalda
skuldina fyri tey, av tí at onkur annar
frammanundan hevði gjørt honum eina góða
gerð.
Tá fiskimaðurin hoyrdi hetta, takkaði hann
skattafútanum fyri vælgerðina, men skattafútin
svaraði honum bara, at hann skuldi minnast til
eisini at hjálpa, um hann møtti nøkrum øðrum,
sum var í neyð. Tað lovaði fiskimaðurin honum.
Sama kvøld gjørdist veðrið sera vánaligt, tað
var nógvur vindur, og tað ljóðaði sum um, at
húsini hjá fiskimanninum fóru at skrambla
saman, men kortini lógu tey øll trygg í fasta
svøvni. Fiskimaðurin vaknaði tó, tá ið onkur
bankaði á kamarsvindeygað. Tá ið hann sá, at
tað var greivasonurin, skundaði hann sær at lata
seg í. Ørindini hjá greivasoninum vóru at fáa
13
Kirkjuligt Missiónsblað
fiskimannin at føra seg yvir um fjørðin eftir
lækna. Tað vildi fiskimaðurin helst ikki, tí hann
metti, at tað var vandamikið at fara í hesum
veðrinum.
Greivasonurin bønaði og bað hann um at koma,
tí mamma hansara brádliga var vorðin sjúk og
mátti fáa læknahjálp beinanvegin, tí annars fór
hon heilt víst at doyggja.
Tá skilti fiskimaðurin, at hetta var møguleiki
hansara at hjálpa onkrum afturfyri, at skattafútin
hevði givið honum skuldina eftir. Hann sendi eina
bøn til Guðs, fór eftir lyktini og gekk púra róligur
framman fyri greivasoninum oman til bátin.
Veðrið var sera vánaligt, men fiskimaðurin var
væl vandur á sjónum og kom í øllum góðum til
lands aftur við læknanum. Greivasonurin var so
glaður fyri, at fiskimaðurin hevði hjálpt honum
og bjóðaði honum bæði pening og mat afturfyri,
men fiskimaðurin svaraði honum bara aftur, at
hann longu hevði fingið sína løn, og at hann
heldur skuldi hjálpa onkrum øðrum, sum var í
neyð, ístaðin fyri at geva sær nakað afturfyri.
bara nakað av óruddi liggja og sløðast.
Elin sat á einum skamli og græt, og omman gekk
runt millum óruddið og leitaði eftir onkrum, sum
møguliga kundi brúkast. Elin og omman, sum
greivasonurin hevði ætlað at koyrt út úr smáttuni,
soleiðis at hann kundi byggja eitt vakstrarhús
ístaðin, vóru tær fyrstu hann møtti, sum vóru í
neyð, aftaná at hann hevði givið fiskimanninum
sítt lyfti. Hann hugsaði beinanvegin við sær
sjálvum, at so var tað teimum báðum hann átti at
hjálpa.
Hann hugsaði við sær sjálvum, at hann als ikki
hevði brúk fyri einum vakstrarhúsi, og at hann
nógv heldur ynskti at byggja Elini og ommuni
eitt fitt lítið hús, og so skuldu tær sleppa at búgva
har so leingi, sum tær vildu.
Greivasonurin bygdi teimum eitt hús, og tað
varð júst soleiðis, sum Elin altíð hevði ynskt sær
tað. Hvítt við stórum vindeygum og reyðum taki.
Runt um húsið var ein urtagarður, og har vuksu
vakrar blómur og trø. Alt inni í húsunum var nýtt
og vakurt, bleytar sengur, komfýrur í køkinum,
nýggir koppar, tallerkar, grýtur, teppir og
gardinur. Men best av øllum var, at tær eisini
høvdu fingið eina nýggja petroleums- lampu, sum
var eins og tann á góðsinum.
Nú sat omman og las í Bíbliuni, sjálvt tey
myrkastu vetrarkvøldini, og Elin sat og lurtaði
eftir henni, meðan hon broderaði. Greivin gav
teimum eitt sindur meiri av jørð at dyrka grønmeti
á, og Elin fekk loyvi at arbeiða á góðsinum.
Soleiðis gjørdist tað lættari hjá teimum báðum
at klára seg, og tær gleddust um, at tær nú at enda
eisini høvdu fingið eitt hugnaligt hús at búgva í.
Leysliga umsett, Petra Gregersen
Greivasonurin helt, at hetta var eitt løgið svar,
men lovaði, at hann skuldi hjálpa tí fyrsta, ið hann
møtti, sum var í neyð, um tað so var hansara
argasti fíggindi. Hesa náttina svav greivin ikki,
men gekk bara runt og mól, og tá ið tað móti
morgni fór at lætta hjá mammuni, og læknin segði
honum, at hon uttan iva fór at koma fyri seg aftur,
fór greivasonurin lættur um hjarta ein túr út. Hann
saðlaði hestin og reið sær ein túr á ogn síni at
vita, hvussu stóð til eftir ódnarveðrið. Tá ið hann
kom fram við smáttuni hjá Elini og ommuni,
hvakk hann við, tí har var eingin smátta longur.
Ódnarveðrið hevði tikið smáttuna, og har sást
14
Nr. 3 | mai. 2010 | 63. árið
Kirkjuligt Missiónsblað
BARNASÍÐAN
Ferðin gjøgnum oyðimørkina
Úr Refedim til Sinai
Eftir at Ísraelsfólk hevði ferðast í oyðimørkini Sin, har tey fyrstu ferð fingu manna
til matna, komu tey til Refedim. Í Refedim grenjaði fólkið um, at tey vóru so tyst,
og at einki vatn var at fáa. Aftur meylaðu tey um, hví Móses hevði ført tey út úr
Egyptalandi, har tey høvdu tað nógv betri. Tey vórðu so óð, at Móses var bangin
fyri, at tey fóru at grýta grót eftir honum. Hann vendi sær til Guðs, og Gud bað
hann fara til klettin Hóreb og lovaði honum, at tá ið hann slerdi á klettin, skuldi
vatn spretta fram. Tað gjørdi Móses, og fólkið fekk vatn at sløkkja tostan við.
Í Refedim lupu amalekitar eisini á ísraelsfólk. Amalekitar var eitt heiðið fólkaslag,
sum livdi av at loypa á fólk og stjala frá teimum. Móses bað Jósva savna sær menn
og fara í bardaga við amalekitar. Sjálvur lovaði hann at standa uppi á heygnum við
stavi Guðs í hondini.
Jósva fór við monnum sínum í bardaga, og Móses, Áron og Hur fóru niðan á
heyggin. Tá Móses hevði hendur sínar upprættar, vóru ísraelsmenn við yvirlutan,
men tá ið hann ikki orkaði meir og læt tær síga, vóru teir við undirlutan. Áron og
Hur hildu so hendur hansara upp um høvdið, og soleiðis vóru hendur hansara
upplyftar til sólin fór niður, og ísraelsmenn vunnu bardagan.
Úr Refedim kom ísraelsfólk til Sinaifjall. Móses fór niðan á fjallið, og tríggjar
dagar seinni steig Gud niður til fólkið og gjørdi ein sáttmála við tey, gav teimum
tey tíggju boðini. Síðani fóru Móses og Jósva niðan á fjallið og vóru saman við
Guði í fjøruti dagar. Har vórðu tey tíggju boðini skrivað niður á tvær steintalvur.
15
Kirkjuligt Missiónsblað
Her síggja tit tey tíggju boðini. Setið
tey í rætta rekkjufylgju á reglurnar
niðast.
Minst til at halda hvíludagin heilagan
Tú mást ikki sláa í hel.
Tú mást ikki stjala.
Tú mást ikki hava aðrar gudar enn meg.
Tú mást ikki dríva hor
Tú mást ikki girnast hús næsta tíns.
Tú mást ikki misbrúka navn Harrans Guðs
tíns.
Æra faðir tín og móður tína.
Tú mást ikki bera falskan vitnisburð ímóti
næsta tínum.
Tú mást ikki girnast konu næsta tíns, ikki
húskall ella arbeiðskonu hansara, ikki fæ
hansara ella nakað, sum næsti tín eigur.
1.
______________________________________________________________________
2.
______________________________________________________________________
3.
______________________________________________________________________
4.
______________________________________________________________________
5.
______________________________________________________________________
6.
______________________________________________________________________
7.
______________________________________________________________________
8.
______________________________________________________________________
______________________________________________________________________
9.
______________________________________________________________________
10.
______________________________________________________________________
____________________________________________________________________
Umbróting:
Brandur Petersen
Prent:
Estra
Ábyrgd:
Silas K.K. Olofson
Útgevari:
Kirkjuliga Missiónsfelagið
Undir Klakki 39
FO-700 Klaksvík
Tlf.:
286968
T-postur:
kmf@kmf.fo
Heimasíða:
www.kmf.fo
Konta:
9181-495.337.3
16
Kirkjuligt Missiónsblað kemur út 8
ferðir um árið
( feb, mar, mai, jun,
aug, sep, nov, og des)
Haldaragjald:
kr. 150,-
Nr. 3 | mai. 2010 | 63. árið